Óli Kristian á Torkilsheyggi Ársins íverkseti

Íverksetarahúsið

j

30/01/2012

john_rajani_oka_og_kaj_leo_1_0

Fríggjadagin 25. mars, var ársins íverksetaradagur 2011, í Mullers Pakkhúsið. Tað er eitt aftur vendandi tilltak, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.

Í ár var fokus sett á eitt nýtt heimsmet, eina íverksetarasukse, og sum nakað heilt nýtt, hvat vinnulívið kann læra av Rock tónleikinum.

Nýskapan og kreativitetur, er tað ið eyðkennir íverksetarar, og tað vóru ikki mong ið væntaðu at hoyra tann knall harða tónleikin frá Hamferð, til ársins íverksetaradag.

Nógv spennadi var á skránni, har m.a. Livar Nysted greiddi frá motivatiónini handan fyrsta føroyska heimsmetinum. Jutta Helgadóttir, ið gjørdist ársins íverkseti í fjør, og eigur og rekur klinikkina HOYRNIN, sum er fyrsta einskylda hoyriklinikk í Føroyum, greiddi frá, hvussu ein kann útveita eina almenna tænastu og gera hana til eina privata sukse.

Thomas Geuken, sálarfrøðingur, rithøvundur og framtíðargranskari tosaði um, hvat vinnulívið ítøkiliga kann læra av rock tónleikinum. Hvussu organisatión og kreativitetur kunnu samantvinnast.

Kitty Mai Ellefsen, nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum, nýtti høvið at takka Gunnvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, og Jóhan Dahl, landstýrismann í vinnumálum, fyri at hava víst stóra uppbakning og positivitet fyri Íverksetarahúsinum og føroyskum íverksetum sum heild.
Sonja Oyrabø Petersen, sum í 15 ár hevur staðið á odda fyri kappingini “Ungt Virki”, fekk eisini eitt herðaklapp.

Til seinast var tað løgmaður, Kaj Leo Johannesen, saman við nýggja stjóranum í Bank Nordik, John Rajani, avdúkaðu og heiðraðu Ársins íverkseta. Ársins íverkseti gjørdist Óli Kristian á Torkilsheyggi.

Óli Kristian eigur og rekur fyritøkuna Navia, sum selir tógv og lidnar vørur úr tógvi. Navia hevur seinastu árini rættuliga fingið ferð undir veingirnar og verður tógvið í dag selt í umleið 500 handlum runt í heiminum. Eisini hevur Navia megna at skapt góð búskaparlig úrslit innan stutta tíð.

Alt í alt enn ein væleydnaður Íverksetaradagur har kikarin varð settur á nýskapan og íverksetan í Føroyum.

X