Føroysk parfuma

Íverksetarahúsið

j

14/07/2021

Ein nýggj verkætlan er komin út á Hópfígging; SIBA – Føroysk parfuma 🙌

Les meira her, og hvussu tú kanst stuðla

Siba parfumur er Føroya fyrsta parfumumerki.

Føroyingar brúka nógva parfumu, so sjálvandi skal tað vera møguligt at nýta eitt føroyskt merki, sum ímyndar føroysku kvinnuna. Eg havi brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, sum eg meti rigga best til føroysku kvinnuna, og tað, sum sermerkir hesa nýggju parfumu, er, at angin er ikki ov sterkur, men heldur leingi kortini.

Mín varhugi er, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta hevði eg í huga, tá ið eg setti angan saman.