Hvør hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2021

Íverksetarahúsið

j

04/08/2021

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2021?  

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2021.

Øll kunnu koma við tilnevningum.

Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er til og við mánadagin 06.september 2021.

Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður vanliga latin á Ársins íverksetaradegi, sum verður fríggjadagin 10. september 2021.

Lýst verður við skránni seinni.