Føroyskar filmar til altjóða marknaðin

Íverksetarahúsið

j

29/03/2016

12899678_10153969383836142_18607600_n (1)

Green Animation Studios er ein av fleiri spennandi fyritøkum sum meiri verður at hoyra um á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi fríggjadagin 1. apríl.

Green Animation Studios, ella GAS, er eitt íognarvirki hjá Hans Kristian Eyðunsson Hansen, Elin Hentze og Magnus Johannessen. GAS arbeiðir í høvuðsheitum við at framleiða 3d animeraðar filmar, ið leggja dent á føroyska siðsøgu og mentan. Filmarnir eru ætlaðir altjóða marknaðin at vísa á føroyska mentan og ríka savn av sagnum.

Fyrsta verkætlanin hjá GAS er bygd á søgnina um Kópakonuna. Limirnir í GAS vunnu Startup Tórshavn í januar 2014 við hesum hugskotinum. Síðan hevur GAS arbeitt við at skriva Kópakonuna til eina mini-røð á tríggjar partar, sum fyrst og fremst er ætlað sjónvarpsstøðum. Heiti á røðini er Silja.

GAS arbeiðir harumframt við øðrum verkætlanum. Ein av verkætlanum eitur Lundi, og er ein stuttrøð um ein forvitnan lunda. Hvør partur í røðini er 1 minutt langur, og ætlanin er, at leggja filmarnar á internetið. Ein brellbiti av røðini er ein jóla og nýggjársheilsan, sum kann síggjast her. Eftir ætlan verður fyrsti partur av Lundanum útgivin í summar.

Á Ársins Íverksetaradegi, sum verður í Østrøm fríggjadagin klokkan 10, verður høvi at hoyra frá arbeiðnum við Lundanum og Kópakonuni, og arbeiðið at gera føroyskar filmar til altjóða marknaðin.

https://www.youtube.com/watch?v=rmwy_3Vd2e4