TARI á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

31/03/2016

IMG_3667

Søguliga hevur tari ikki verið so væl granskaður í Føroyum, men nú hevur ein slóðbrótandi tara verkætlan hevur sæð dagsins ljós. Á Ársins Íverksetaradegi í morgin, verður høvi til at hoyra meiri um hesa verkætlan.

TARI er eitt taraserfrøðifelag, ið alir tara og granskar innan menning av taraaling og taraúrdráttum.

Agnes Mols Mortensen og Mortan Mols Mortensen eiga fyritøkuna TARI. Agnes, sum hevur arbeitt við taraaling síðani 2005, er útbúgvin lívfrøðingur við PhD innan taralívfrøði, og hon stendur hon fyri granskingarpartinum í fyritøkuni.

Berandi súlan er lívfrøðiliga burðardygg framleiðsla av hágóðskutara til matna og annað. TARI leiðir og luttekur í granskingarverkætlanum, og samstarvar við bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur og vitanarstovnar. Gransking og menning ganga hond í hond, og við støði í granskingarúrslitum, menna vit taraúrdráttir sjálvi og saman við øðrum.

Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum

Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, og hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um taraserfrøðifelagið, umframt hinar verkætlanirnar, sum eisini verða á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi í morgin kl 10.