Polar Films Entertainment fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2016

Íverksetarahúsið

j

01/04/2016

C0051.00_11_09_21.Still003

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í einum fullsettum Østrøm, at Polar Films Entertainment er kosin Ársins Íverkseti 2016.

Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í Østrøm í Tórshavn. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, tá ið føroysk íverksetan verður heiðrað.
Sum partur av árligu heiðranini av føroyskari íverksetan vórðu heiðurslønir handaðar. Granar, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og sum Óli Skarðenni hevur gjørt.

Ársins Íverkseti 2016

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valt Polar Films Entertainment til Ársins Íverkseta.
Polar Films Entertainment eru teir báðir ungu havnamenninir Andres Jacobsen og Brian Samson. Teir gera reklamufilmar og stuttfilmar og teirra virksemi er í støðugum vøkstri. Filmarnir hjá teimum hava verið nógv vístir í føroysku miðlunum seinastu tíðina.

Teir hava bygd teirra íverksetan upp frá botni av, og hava megnað tað truplasta kynstrið av øllum, nevnliga at fáa góðan búskap í virksemið.

Ársins Innovation til Bakkafrost

Jan Ziskason, stjóri á Føroya Tele kunngjørdi, hvønn dómsnevndin hevði valt til Ársins Innovatión. Hesuferð fór heiðurin til Bakkafrost fyri teirra nýskapan, at baða alilaksin í feskvatni við brunnskipinum Hans á Bakka. Henda innovatión gevur møguleika fyri at alivinnan framhaldandi kann veksa burðardygt og skapa arbeiðspláss til hundraðtals føroyingar.

Serligur heiður til Eysturskúlan

Íverksetarahúsið hevur í ár valt at geva Eysturskúlanum eina serliga viðurkenning fyri teirra stóra og týdningarmikla arbeiði teir gera til frama fyri íverksetan í fólkaskúlanum. Skúlin hevur gjørt eina risa íløgu í størsta tilfeingi vit eiga, nemliga børnini.
Skúlastjórin í Eysturskúlanum Eyðdis Eidesgaard tók ímóti heiðrinum, sum Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Íverksetarahúsinum handaði.

Umleið 125 fólk vóru til tiltakið.

X