Fólkaskúlanæmingar á Startup Camp

Íverksetarahúsið

j

29/09/2015

_DSC0060

Í dag hava næmingar í Nám X og Vestmanna skúla verið á Startup Camp í Spaniastovu í Klaksvík.

Á Startup Camp, sum er fyrsta liðið í íverksetarakappingini SkúlaFM, fara næmingarnir ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey læra at framleiða og menna nýggj hugskot. Ein liður at menna hugskotið er, at næmingarnir ringja út til møguligar kundar og samstarvspartnaðar.

Í ár hava Nám X, Vestmanna skúli, Skúlin við Løkin, á Skúlatrøð, Sandoyar Meginskúli, Skúlin á Fløtum og Skúlin við Løgmannabreyt, teknað seg at luttaka í SkúlaFM.

SkúlaFM endar við einum finalubrakið í Norðurlandahúsinum 4. mars 2016, tá Gullfræið, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, enn einaferð skal gevast einum vinnara.

Frálæra og venjing í íverksetan stimbrar evnini hjá næmingum at taka avgerðir, samstarva og at loysa trupulleikar og tískil settu Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið í 2011 sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum.