Spennandi sølufyrilestur

Íverksetarahúsið

j

05/10/2015

Iverksetarahusid3

Sum nakað nýtt fer Íverksetarahúsið at skipa fyri eini røð av netverkskvøldum har íverksetarar og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Íverksetarar standa javnan við felags avbjóðingum, og tí bjóðar Íverksetarahúsið nú inn til netverkskvøld har ymisk evnir fara at verða viðgjørd.

Fyrsta tiltakið verður nú hósdagin 8. okt kl. 18:00, og fer at snúgva seg um sølu og samskifti. Væl umtókti skeiðshaldarin Niclas Heri Jákupsson undirvísir:

Søla og samskifti
-hvussu samskifti eg betur við kundan, her serliga hvussu blívi eg betur at lurta og spyrja?
-hvussu blívi eg betur til at bjóða mínar vørur fram?
-hvussu blívi eg betur til sølu og meirsølu?

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]. Avmarkað pláss.