Follow the Money

Íverksetarahúsið

j

05/03/2012

charlotte_juul

Fríggjadagin 9. mars kl. 13:00 verður ein ókeypis almenn ráðstevna til allar kvinnur millum 15 og 80 ár. Tiltakið er ætlað øllum sum hava hug at gerast íverksetarar, arbeiða sjálvstøðugt ella hava hug at tjena góðar pengar.

Ráðstevnan verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia, og talarar vera vinnulívskvinnur úr Føroyum ið arbeiða innan list, fiskivinnu, samskifti og ferðavinnu.

Høvuðstalari verður Charlotte Juul, ið er professionelur coach hjá kendu donsku fyritøkuni Axept.

Á skránni:

Kl. 13.00 Johan Dahl, vinnumálaráðharri Bjóðar vælkomin
Kl. 13.15 Charlotte Juul, coach Far eftir dreyminum
Kl. 14.15 Gunnvá og Laila LSG –hugsar heilsu og góðsku-
Kl. 14.30 Steðgur
Kl. 14.50 Kitty May Ellefsen Hvar eru pengarnir?
Kl. 15.10 Hansina Iversen List og íverksetan
Kl. 15.35 Ingvør Nólsøe Samskiftisvinnan tey seinastu 30 árini