LSG vinnari í sonnum finalubraki!!

Íverksetarahúsið

j

02/03/2012

Gunnvør Hvalsrætt og Laila Sofie Midjord frá vinnandi bólkinum LSG!

Ársins SkúlaFM finala gjørdist eitt satt brak. Í einum fullsettum Norðurlandahúsi gjørdu áskoðararnir sítt til ein sera góðan stemning allan vegin ígjøgnum, og tá finalistarnir hartil vóru væl fyrireikaðir og til dystin fús, varð talan um eina finalu, sum má sigast at vera eitt satt gjøgnumbrot fyri íverksetan í fólkaskúlanum.

Ársins finalu vann NámX á Eysturskúlanum, sum sostatt gjørdist FM-vinnari í íverksetan.

Seks skúlar og seks verkætlanir kappaðust um FM-heitið.

Vinnararnir vórðu næmingafyritøkan LSG, sum skuldi framleiða eitt blóðtynnandi evni, heparin, ið brúkt verður í viðgerðini hjá fólki við blóðtøppi.

Tað nýggja við heiliváginum er, at hann skal úr laksaslógvi, sum vit hava nógv av í Føroyum, og sum ikki verður serliga væl gagnnýtt.

Næmingarnir høvdu leitað sær upplýsingar bæði frá Bakkafrost og frá Tjaldurs Apoteki og løgdu verkætlanina fram við videofilmi.

Hóast kappingin er eitt íverksetaraspæl, vístu allir luttakandi bólkarnir eitt sera høgt støði í teirra framførslum og yvirhøvur hugskot á høgum stigi.

Vinnararnir fingu eina peningagávu frá BankNordik, gávur frá Føroya Tele og heiðursbræv og steyp frá Íverkstenarhúsinum.

Í dómsnevndini sótu Tór Verland Johansen í BankNordik, Jónhild Rasmussen í Føroya Tele og Kitty May Ellefsen fyri Íverkssetanarhúsinum.

Hjartaliga tillukku Gunnvør og Laila og NámX