Spennandi ráðgeving

Íverksetarahúsið

j

27/02/2012

dsc04206

Í dag høvdu vit eina nýggja og spennandi uppgávu í Íverksetarahúsinum, tá vit skuldu hjálpa Mariu Ellefsen Næs við einum hugskoti.

Maria er nevniliga deyv, og er tað fyrstu ferð síðani vit byrjaðu í 2007, at vit hava fingið eina slíka avbjóðing. Tað var tí í spenningi, at vit bíðaðu eftir, hvussu fór at gangast.

Men tað vísti seg beinanvegin ikki at vera nøkur forðing. Maria hevði til høvið teknmálstulkin Edny við sær, og gekk tað bæði væl og lætt at miðla ráðgevingina.

Tað vísir hvussu neyvt tað ber til at samskifta á teknmáli, og hvussu effektivt tað er.

Vit ynskja Mariu góðan byr við sínum ætlanum.

Myndatekstur:
Frá vinstru: Jens Tummas Næs, maður Mariu, Maria Ellefsen Næs, íverkseti, Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið og Edny Poulsen, teknimálstulkur