FT GameJam 2016

Íverksetarahúsið

j

17/05/2016

cover_

Fjórða árið á rað skipar Íverksetarahúsið fyri sonevndum GameJam-tiltaki í Føroyum, sum gongur út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið

Kom og ger eitt telduspæl. Vikuskiftið 10. til 12. juni skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Í stuttum gongur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl.
Samstundis er tað arbeiðskrevjandi at framleiða telduspøl, sum eru kappingarfør á tí risastóra marknaðinum, sum telduspælmarknaðurin er. Tó er góður møguleiki saman at skapa grundarlag fyri at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

Kom á FT GameJam, sum verður í Klingruni í Føroya Tele vikuskiftið 10. til 12. juni, og ver við at framleiða eitt telduspæl frá grundini uppá 48 tímar. Tilmelding fer fram á hesari leinkjuni.

X