Tiltak um íverksetarafeløg

Íverksetarahúsið

j

13/05/2016

Advskr_headshot_3

23. mai skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Reinsarínum í Tórshavn, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum

Skjótt verður møguligt at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr.

Løgtingið samtykti 21. apríl 2016 fleiri ymiskar broytingar í partafelagslógini, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur.

M.a. verður møguleiki at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr. Sambært lógaruppskotinum er málbólkurin fyri íverksetarafeløg íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi.

Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging.

Tað er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Advokatskrivstovuni, sum fer at greiða nærri frá hesum møguleikanum.

Tiltakið verður mánadagin 23. mai frá kl. 16:30 til 17:30 í Reinsarínum í Tórshavn, og er ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sí tiltak á Facebook.