Fígging er ein týdningarmikil partur av byrjanini

Íverksetarahúsið

j

29/04/2016

61978_r_660_660

Íverksetarar kenna tað væl. Tá ein situr og arbeiðir við sínum hugskoti og er í ferð við at byrja eina nýggja fyritøku. Tað er ofta ein avbjóðing, og hvar skalt tú leita tær fígging.

Tí var tað áhugavert at hoyra Suðuroyar Sparikassa greiða frá nýggja lánimøguleikanum crowdlending á Íverksetararadegnum 1. apríl í ár. Hetta er ein møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at søkja um lánsfígging, og harafturat ein møguleiki fyri allar føroyingar at lána sínar pengar út við møguleika fyri hægri avkasti.

Suðuroyar Sparikassa bjóðar møguleikan í samstarvi við ein crowdfunding platform og princippið í nýggja lánimøguleikanum er, at allir føroyskir íleggjarar – privatir og vinnuligir kunnu bjóða uppá tey lán sum verða boðin út á platforminum. Ein velur sjálvur hvørji lán ein bjóðar uppá og rentuna ein ynskir fyri at veita lánið.

Nýggi lánimøguleikin er tøkur hjá føroyskum partafeløgum ella smápartafeløgum við minst tveimum árum á baki. Við tíðini er ætlanin eisini at fíggja nýggjari fyritøkur eftir nærri leisti.

Hesin møguleikin er kærkomin fyri nýggjari fyritøkur og eisini sum frá líður íverksetarar. Ein íverksetari ella nýggjari fyritøka hugsar heilt automatiskt at lána í banka, tá virksemi skal fíggjast. Vit eiga at gera meira fyri at fáa lokalsamfelagið og vinnulívið at stuðla nýggjari fyritøkum, og tað gevur platformurin møguleika fyri.

Tann besta trygdin ein banki kann fáa, er at fyritøkan er før fyri at gjalda skuldina aftur. Hesa trygdina kanst tú ikki altíð geva í byrjanini av tínum virksemi, tá tað ræður um at byggja ein markna upp.

Í byrjunarfasuni eru eisini aðrir møguleikar fyri fígging. T.d. kann ein søkja um stuðul frá vinnugrunnum ella lán frá íløgufeløgum, sum kunnu koma við váðafúsum og tolnum kapitali.

Situr tú og hugsar um tínar fíggingarmøguleikar, og hvussu tú kemur víðari, set teg í samband við Íverksetarahúsið á tlf. 239500. Vit vegleiða tær fegin og tað er ókeypis.