Hitt ein serfrøðing

Íverksetarahúsið

j

27/04/2016

Screen Shot 2016-04-18 at 11.09.31 AM

Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis.

Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í felag týsdagin 3. mai fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 15 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Hentir upplýsingar:

  • Hvar: Reinsaríið, Tórsgøta 3, 100 Tórshavn
  • Nær: Týsdagin 3. mai. kl. 16:00 – 18:00
  • Prísur: ókeypis og kaffi, the og annað gott verður at fáa
  • Tilmelding: Melda til á [email protected] ella [email protected]

Hesir ráðgevarar vera at hitta:

Brynhild Absalonsen frá Vinnuframa:
Stuðulsmøguleikar

Rúni Heðinson frá Suðuroyar Sparikassa:
Fígging og flexfunding

Birita Sandberg Samuelsen advokatur frá Advokatskrivstovuni:
Fá tað juridiska uppá plass

Anni Lamhauge og Janni Johansen frá AnniJanni:
Búðmerki, lýsingar, heimasíður

Jákup Justinussen:
Marknaðarføring á sosialum miðlum

Bjarni Arnason frá Numo:
Bókhald, roknskapur, granskoðan

Garðar O. Justinussen og Nicholas Nielsen frá TAKS:
Stovnan av virki, mvg v.m.

Karin Dahl frá Trygd:
Tryggja tína fyritøku og teg sjálvan sum vinnurekandi

Íverksetarahúsið og Hugskotið