Skrá til Startup tiltak á Christiansborg

Íverksetarahúsið

j

24/04/2016

Skrá

Skapa títt egna starv!

Seinasta freist at melda til Startup Føroyar: Christiansborg er til og við týsdagin 26. apríl. Tiltakið er ókeypis, og íroknað er frokost, kaffi og annað gott.

Leygardagin 30. apríl skipar Íverksetarahúsið saman við føroysku fólkatingslimunum fyri einum forvitnisligum tiltaki í Christiansborg í Keypmannahavn.

Tiltakið er fyri allar føroyingar í Danmark, sum kundu hugsað sær at fingið góð ráð, amboð og íblástur til at skapa sítt egna starv.

Undir heitinum Skapa títt egna starv, skipa vit fyri einum tiltaki, sum er fyri allar føroyingar og lesandi, ið hava áhuga fyri íverksetan og sum kundu hugsað sær at komið heim aftur á klettarnar eftir loknan lestur við einum góðum íverksetara førningi.

Tiltakið er fyri teg, sum umhugsar at gerast sjálvstøðugur eftir loknan lestur, ella fyri teg ið vilt vita meira hvørjir møguleikar eru og hvat krevst tá ið tú setur á stovn egna fyritøku.

Ljós verður m.a varpað á, hvørjir møguleikar eru tá talan er um fígging, sum jú er ein afturvendandi avbjóðing hjá íverksetum. Hvat skal til hjá einum íverkseta ella fyritøku fyri at fáa stuðul, fígging ella ein íleggjara, og hvørjir møguleikar eru at fíggja sítt hugskot, frá byrjan til fyritøkan hevur eitt trygt grundarlag.

Øll, ið hava áhuga í íverksetan, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Melda teg til Startup Føroyar: Christiansborg og fá íblástur og amboð til at skapa títt egna starv!

  • Prísur: Tiltakið er ókeypis, og íroknað er frokost, kaffi og annað gott.
  • Tilmelding: Neyðugt er at melda til á [email protected] í seinasta lagið 26. apríl
  • Hvar: Fællessalen, Folketinget, Christiansborgs Slotsplads 1, 1240 København K.
  • Nær: Leygardagin 30. apríl frá kl 10:00 til 15:00

 

Startup Føroyar: Christiansborg

Leygardagur 30. apríl 2016

10.00 – 10.15

Vælkomin, og stutt um Íverksetarahúsið – Bjartur Nolsøe

10.15 – 10.45

Frá studenti til CEO.
Magni Arge sigur frá hvussu passión og eldhugi hava verið drívmegin líka frá bókasølu til børsnotering – Magni Arge

10.45 – 11.00

Kaffi – stekkja beinini

11.00-12.00

Hvussu skapi eg mítt egna starv – Sóley Heradóttir Hammer

12.00-13.00

Frokost

13.00-13.25

Íverksetararasøga – Dánial Hoydal frá Keel

13.25-13.50

Íverksetarasøga – Uni Dahl frá House on Fire

13.50-14:00

Kaffi – strekkja beinini

14.00-14:30

Regn og mjørki kann ei gera gott – Sjúrður Skaale

14.30-15:00

Hvussu skal virksemið fyriskipast og fíggjast – Bjartur Nolsøe

X