Green IQ luttekur á Creative Business Cup

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

Green IQ

Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november.

Green IQ
Ein vaksandi hóttan móti alivinnuni seinastu árini er laksalús. Lúsin er sera mótstøðufør, og er bert ein tíma um at venja seg við hitaviðuskiftini, tí er týdningarmikið at fanga lúsina tá hon er veikast. Green IQ hava funnið eina loysn við at byggja eina flótandi pumpu sum filtrerar lús sum flóta á vatnskorpuni, og fangar tær áðrenn tær seta seg á laksin. Hervið slepst undan at brúka kemiska viðgerð ið áður hevur verið mest vanligt.

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!