Føroyskir íverksetarar í altjóða kapping

Íverksetarahúsið

j

10/09/2015

12007164_10206995875962905_1852070523_n

Nú sleppa føroyskir íverksetarar veruliga at royna seg. Fríggjadagin 18. september verður kapping millum útvaldar føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup í Keypmannahavn í november.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping, og eru tað luttakarar úr ymiskum skapandi vinnum, sum kappast. Endamálið er at knýta tað kreativa og vinnuliga í verkætlanunum.

Í ár taka 53 lond lut í kappingini í Keypmannahavn. Tað er Center for Kultur –og Oplevelsesøkonomi, sum fyriskipar finaluna.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Íverksetarahúsið í Klaksvík, Hugskotið í Havn og Vinnuframa.

Føroysku luttakararnir eru valdir út frá treytum, sum eru settar av Center for Kultur –og Oplevelsesøkonomi. Talan er um verkætlanir har nakrar enn eru á hugskotsstøðið og aðrar eru komnar væl ávegis. Íverksetararnir sum luttaka eru Green IQ, Defined Energy, Leif Sørensen, Waterfreez, Time Cloud, Gravity Jumper, Veita.fo, Jobkit, ClearComm og Splay. Verkætlanirnar fevna um alt frá mati, tøkniligum loysnum til sniðgeving og spøl.

Fimm dómarar skulu finna vinnaran, sum umboðar Føroyar í Keypmannahavn. Tey eru Jóhanna á Bergi, Marita Rasmussen, Jóel undir Leitinum, Regin Hammer og Regin W. Dalsgaard.

Kappingin verður 18. september kl. 13.00 í høllini hjá Vinnuframa/iNOVA, Hoyvíksvegur 51.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Vegna fyrireikararnar

Sóley H. Hammer, Jónhild Rasmussen og Brynhild Absalonsen

Meira kunning fæst við at venda sær til Brynhild Absalonsen á tlf. 553300 ella [email protected]