SkúlaFM 2015/16

Íverksetarahúsið

j

04/09/2015

FullSizeRender

Lærarar í íverksetan í fólkaskúlanum hava nú verið á skeið í Íverksetarahúsinum, og sostatt er SkúlaFM 2016 farið av bakkastokki. Summi teirra hava verið við frá byrjan av íverksetan í fólkaskúlanum, og fleiri nýggir og ídnir lærarar eru lagdir afturat hópinum hesuferð.

 

Íverksetarahúsið, mentamálaráðið og skúlar kring landið hava síðan 2011 skipað fyri undirvísing í íverksetan í 9. og 10. flokkum, og royndu lærararnir á skeiðnum eru á einum máli um, at longu nú síggjast fyrrverandi næmingar aftur sum ungir íverksetar innan ymsar vinnur.

 

Næst á skránni í samband við SkúlaFM er hjá lærarum og ungu íverksetunum í 9. og 10. flokkunum, at koma saman til tey ymsu tiltøkini, har tey arbeiða ígjøgnum íverksetaratilgongdina. Tey sleppa at royna seg við íblástri, hugskotum, arbeiðsætlan, ráðgeving, sølu, framleiðslu, alt við endaligu framløguni í stóru SkúlaFM finaluni fyri eygað. Har skulu tey presentera sína fyritøku í harðari kapping við javnaldrarnar, og frammanfyri einum stórum skarða at týdningarmiklum fólki.