Ársaðalfundur hjá Íverksetarahúsinum, verður í ár hildin á alnótini.
Vegna koronastøðuna, verður aðalfundurin hjá Íverksetarahúsinum skipaður á øðrvísi hátt, í ár. Fundurin verður skipaður soleiðis, at vit møtast á alnótini, á Outlook Teams.
Mikudagin 06. mai kl. 09:00.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Aðalfundurin er almennur.
Vinarliga boða frá um tú verður við á fundinum, soleiðs at tú kanst fáa leinkið til Teams.