Vinnararnir av Skúla FM 2020 komnir í DM-finaluna

Íverksetarahúsið

j

27/04/2020

Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Vinnarin í ár gjørdist bólkurin Trekk frá Skúlatrøð í Klaksvík, sum hevur ment eitt nýtt slag av dressingi úr tara. Við sigrinum fekk Trekk møguleikan at luttaka í kappingini NextLevel, sum er DM kapping í íverksetan fyri skúlaungdóm, har kappast verður ímóti næmingum úr øllum Danmark og Grønlandi.

í dag gjørdist tað greitt, at Trekk er millum teir útvaldu bólkarnir, sum eru komnir í sjálva DM finaluna 26.mai. Tað er Fonden for Entreprenørskab sum skipar fyri DM í íverksetan, og er hetta fyrstu ferð at næmingar úr Føroyum luttaka. Tað er at fegnast um, at arbeiðið við at skapa eina íverksetaramentan millum skúlaungdóm í Føroyum ber ávøkst.

Vit ynskja Trekk til lukku við góða úrslitinum og góða eydnu í DM finaluni.

Innlesur
X