Vinnarin í ár bleiv ein bólkur frá Vesterdal Efterskole.

Íverksetarahúsið

j

02/06/2020

Tað var tíðanverri ikki okkara bólkur Trekk, ið vann DM í íverksetan, men ein bólkur frá Vesterdal Efterskole.

Tey vunnu við einari verkætlan um eina leiku til smábørn, ið skuldi leggja upp til betri umhvørvisvanar, longu frá ungum aldri.

Trekk vóru tó vælnøgd at sleppa við í DM í íverksetan og siga seg hava lært ótrúliga nógv um at byrja egna fyritøku, í hesari tilgongdini.Vit fegnast um teirra luttøku og ynskja teimum góða eydnu víðari ????

Og hvør veit kanska tey taka ráðini frá dómarnum til sín, sum vóru á einum máli um, at tey áttu at farið í holt við fyritøkuna, tí teir sóðu góðar møguleikar í fyritøkuni.

Leinki til tiltakið her: https://nextlevel.ffe-ye.dk/