Handbók um íverksetan

Íverksetarahúsið

j

07/04/2015

Dorthe Klyvø & Hanne Wick hava skrivað bókina Iværksætterhåndbogen, sum m.a. gongur ígjøgnum nøkur viðurskifti, sum mann týpiskt skal ígjøgnum, tá mann stovnar egna fyritøku, líka mikið hvat slag av fyritøku talan er um

Dorthe Klyvø & Hanne Wick hava skrivað bókina Iværksætterhåndbogen, sum m.a. gongur ígjøgnum nøkur viðurskifti, sum mann týpiskt skal ígjøgnum, tá mann stovnar egna fyritøku, líka mikið hvat slag av fyritøku talan er um

Kvinnur Megna verður í Öström 17. apríl 2015. Høvuðsrøðari verður Hanne Wick, sum er sjálvstøðgur ráðgevi og konsulentur innanfyri samskifti á netinum, marknaðarføring og íverksetan. Hon hevur m.a. skrivað handbók um íverksetan

Iværksætterhåndbogen eitur bókin, sum Hanne Wick hevur skrivað saman við Dorthe Klyvø. Tað er ein praktisk handbók til at byrja egna fyritøku. Hon byrjar sum ein tjekklisti, sum gongur ígjøgnum viðurskifti at umhugsa, sum mann týpiskt skal ígjøgnum, líka mikið, hvat slag av fyritøku talan er um.

Umframt at bókin byggir á egnu royndirnar hjá høvundunum báðum, eru ískoyti eisini frá eini røð av serfrøðingum innan ymisk øki. Hartil eru viðtal við 20 íverksetarar, sum greiða frá sínum royndum, ringum sum góðum.

Bókin er m.a. skrivað fyri at rætta upp á nakrar av teimum myndunum og fordómunum, sum eru um íverksetarar, og í staðin geva eina rættari mynd, sum byggir á veruligar royndir. Samstundis ynskja høvundarnir at økja um stuðulin til íverksetan við at greiða frá, hvussu einfalt og vandaleyst tað faktiskt kann vera at stovna egna fyritøku.

Meiri er at lesa um bókina á heimasíðuni ivaerksaetterhaandbogen.dk og á Facebook https://www.facebook.com/ivaerksaetterhaandbogen.

Høvi verður at hoyra meiri frá Hanne Wick á tiltakinum Kvinnur Megna, har hon fer at greiða frá sølu og vinningi, sum eru kjarnin í allari íverksetan, og um hvussu mann fær sukse við tí. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Öström í Havn 17. apríl 2015 klokkan 13.00.