Seta gongd á í Sunda kommunu

Íverksetarahúsið

j

07/04/2015

Í vikuskiftinum verður spennandi Startup-skeiðið í Hósvíkar skúla, har vit fara at arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd. Besta hugskotið fær 10.000 krónur frá Sunda kommunu og ein ráðgevingarpakka frá Vinnuframa áljóðandi 50.000 krónur.

Nú í vikuskiftinum, 10.-12. apríl 2015, hevur Íverksetarahúsið og Sunda kommuna Startup-skeið í góðu hølunum hjá Hósvíkar skúla. Skeiðið er fyri øll, sum vilja arbeiða við góðum hugskotum og vilja seta nýtt virksemi í gongd.

Skeiðið er ókeypis, og Sunda kommuna bjóðar morgunmat, frokost og kaffi allar dagarnar umframt døgurða leygarkvøldið.

Vit fara til verka í hølunum í Hósvíkar skúla fríggjakvøldið 10. apríl 2015 kl. 17.00 og koyra ahead til sunnudagin 12. apríl 2015 kl. 16.00, tá úrslitini verða løgd fram.

Hvat fært tú burturúr?

  • Ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot
  • Eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, sum hava somu avbjóðingar og áhuga sum tú
  • Eitt vikuskifti fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum
  • Eitt supergott amboð at arbeiða víðari við
  • Ein einastandandi møguleika at vinna ein ráðgevingarpakka upp á 50.000 krónur frá Vinnuframa og 10.000 krónur frá Sunda kommunu

Startup-skeiðini hava verið kring alt landið, og hava eisini verið ein túr í Keypmannahavn. Tiltøkini hava verið serstakliga væleydnað, og góð hugskot trýta ikki í Føroyum. Startup Sundalagið verður tólvta skeiðið í røðini undir navninum Startup Føroyar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja til 459700.

Sunda kommuna 10 ár
Í ár er er Sunda kommuna, soleiðis sum vit kenna hana í dag, 10 ára gomul. Hon bleiv til, tá Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar, Saksunar, Gjáar og Sunda kommuna løgdu saman í eina kommunu.

Nýggja samanlagda kommunan fór til verka 1. januar 2005 undir navninum Sunda kommuna. Sum sagt er Sunda kommuna, sum vit kenna hana í dag, 10 ára gomul. Í tí sambandi letur kommunan 10.000 krónur til vinnandi hugskotið.