Megnarprísurin 2015

Íverksetarahúsið

j

03/04/2015

Kvinna

Í apríl mánaða fara Kvinna og Íverksetarahúsið enn einaferð at lata eina viðurkenning til eina kvinnu sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Fleiri ónýttir møguleikar liggja í at fáa fleiri kvinnur at byrja egna fyritøku og at hugsa í vøkstri. Kvinna og Íverksetarahúsið eru farin undir eitt samstarv ið hevur til endamáls at stuðla virkishugin og áræði hjá kvinnum at taka við fleiri avbjóðingum á íverksetaraøkinum.

Megnarprísurin:
Tú kanst vera við at avgera hvør kvinna skal fáa henda heiður, tí øll kunnu tilnevna eina kvinnu til Megnarprísin, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør fær heiðurin. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:

  • hevur víst góð úrslit
  • hevur víst nýhugsan
  • hevur givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur
  • hevur víst árræði og dirvi

Fyrireikararnir vóna at fáa fleiri góð boð uppá kvinnur ið hava uppiborið henda heiður. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected] ella til Kvinnu á [email protected] Freistin at tilnevna er til og við mikudagin 8. apríl.

Megnarkvinnan verður avdúkað 17. apríl.