Hans Jákup Johannesen er Ársins Íverkseti!

Íverksetarahúsið

j

25/03/2013

9312_large

‘Frøtt er høvur við fullum maga’, sigur eitt gamalt orðatak, og tað gjørdi seg sanniliga galdandi til Ársins íverksetaradag sum var á Öström fríggjadagin 22. mars. Har var føði til bæði høvur og maga, og tað gagnaðist væl!

Dagurin byrjaði við lokalu kappingini í European Business Game. Tað vóru átta bólka sum løgdu fram fyri eini dómsnevnd, mannað við fólki úr BankNordik, Vinnuhúsinum og Vinnumálaráðnum.

Ársins vinnari gjørdist bólkurin North Atlantic Spice Company sum enn einaferð kemur frá Fiskivinnuskúlanum. Heiðrun, Rannvá, Silvia og Unn sum eiga hugskotið, ætla at framleiða kryddarí burtur úr føroyskari rávøru s.s. bótarurt, kervil, brobberum, brenninotu o.ø.

Altjóða finalan í European Business Game 2013 verður í Føroyum 4. juli í Norðurlandahúsinum.

So var sjálvur Ársins Íverksetaradagur seinnapartin. Skráin var fjølbroytt við bæði gaman og álvara. Millum annað ‘fabuleraði’ Rudolf Joensen um íverksetarahugskot, at fjálga um talentini, og um heimskendar sukse’ir og fiakso’ir í tónleikaheiminum.

Stefan í Skorini tosaði við tveir íverksetarar og Heina Gaard blaðmann, og kendi sjónvarpskokkurin Gutti Winther, hugleiddi um føroyskan mat og innovatión.

Ólavur Ellefsen (ársins íverkseti 2012), hevði eina áhugaverda framløgu um tilgongdina í føroyskari íverksetan og hvar vit liggja á listanum yvir innovativ lond. Niðurstøðan hjá Ólavi var at tað stóð ikki so væl til við innovatiónini í Føroyum, men kom við ráðum um hvussu vit kunnu broyta uppá støðuna.

Somuleiðis var føroyskur innovativur matur eisini á skránni. 62°N Airport Hotel borðreiddi við spennandi brell bitum úr føroyska matkovanum, og tey føroysku bryggjaríini Føroya Bjór og Okkara bjóðaðu ymiskt at sløkkja tostan við, við einum úrvali av teirra bestu vørum.

Til seinast var tað løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sum avdúkaði og heiðraði Ársins Íverkseta. Í ár var tað skálamaðurin Hans Jákup Johannesen sum fór við sigrinum og er nú við í einum sterkum elitu klubba av íverksetarum.

Hans Jákup Johannesen eigur og rekur fyritøkuna Faroese Offshore Service. Fyritøkan leigar út føroyskar handverkarar til arbeiði uttanlands og heima – bæði á landi og í frálandavinnuni. Í dag hevur fyritøkan eini 100 fólk í arbeiði í Norra, sum er størsti marknaður hjá fyritøkuni. Fyritøkan hevur eisini fólk í arbeiði í Afrika og Suðuramerika. Í høvuðsheitum er virkisøkið oljuvinnan. Men fyritøkan hevur eisini fólk, sum arbeiða við vindmyllum. Og hetta er ein marknaður, sum er vaksandi.

Um ársins íverkseta 2013 sigur dómsnevndin: Hann er ein íverkseti, sum hevur víst dirvi og áræði at ganga nýggjar leiðir. Eftir stutta tíð hevur hansara fyritøka víst góð fíggjarlig úrslit. Fyritøkan hevur brynjað og førleikament nógv føroysk starvsfólk til strongu krøvini á útlendska arbeiðsmarknaðinum og hevur sostatt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Fyritøkan hevur eisini megnað, at skapt nógv avleitt virksemi í Føroyum. Hetta verið seg innan KT, skeiðvirksemi og flutning millum Føroyar og útlandi.

Sum persónur er ársins íverkseti mildur, men málrættaður. Hann hevur evnini at síggja møguleikar heldur enn forðingar. Hann hevur áræði og dirvi at taka skjótar avgerðir og ganga nýggjar leiðir, samstundis sum hann hevur bæði beinini á jørðini.

Alt í alt enn ein væleydnaður Íverksetaradagur har kikarin varð settur á nýskapan og íverksetan í Føroyum.