Spennandi skeið fyri kvinnur

Íverksetarahúsið

j

17/04/2013

woman next to exposed light

Hevur tú eitt gott hugskot? Kom so við á spennandi skeið hjá Íverksetarahúsinum, og fá amboðini til at gera dreymin til veruleika.

‘Kvinnur megna’ er nevnliga eitt skeið fyri teg, sum ynskir at gera nakað við títt hugskot ella til tín, sum longu er í gongd og ynskir íblástur og vøkstur.

Eftir skeiðið hevur tú fingið:

  • títt egna upplegg til eina virkisætlan
  • eitt gott netverk
  • íblástur og motivatión
  • mót uppá at byrja!

Kostnaður fyri skeiðið er 2000,- kr. Íroknað er skeiðstilfar, matur og kaffi. Avmarkað plass!

Tilmelding á [email protected], ella 459700.

‘Kvinnur megna’ er sniðgivið í samstarvi við Innovation Center Iceland, har fleiri enn 900 kvinnur hava luttikið síðani fyrstuferð skipað var fyri hesum skeiðið í 1996.

X