Startup Vágar!

Íverksetarahúsið

j

15/05/2013

vinnarar

Í vikuskiftinum varð Startup Føroyar verkætlanin skotin ígongd við Startup Vágar.

Vágar er portrið til Føroyar og ein av vakrastu oyggjum í Føroyum. Hartil hava vágafólk altíð dugað, at skapt lív og trivna rundan um seg. Tí var upplagt at seta fokus á nýhugsan og íverksetan í Vágum!

Startup Vágar byrjaði fríggjakvøldið við íblástri og produktivum hugarokið á Hotel 62 Norð. Leygardagin varð arbeitt í bólkum og sunnudagin løgdu bólkarnir Kvirra, Vágalist og Gras fram teirra hugskot. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum setti framløgurnar sunnudagin seinnapart. Vinnararnir av Startup Vágar, gjørdist bólkurin Gras, ið hevði eina handilsverkætlan um at sláa og balla ósligið gras í Vágum og framleiða grasperlur.

Vit ynskja bólkinum Gras hjartaliga til lukku við sigrinum og góða eydnu við verkætlanini.

Takk til Vága- og Sørvágs kommunu, Sandavágs Timburhandil, Luna, 62 Norð, Atlantic Airways og Vinnuframa fyri at stuðla hesum átakið.

X