Nýggj nevnd

Íverksetarahúsið

j

20/06/2013

nyggja_nevndin

Á aðalfundinum hjá Íverksetarahúsinum í seinastu viku varð nýggja nevndin samlað fyri fyrstu ferð. Í henni sita nú Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia, Beinta Gregersen, kveikjari í ALS og Niels Juel Arge, BankNordik og nevndarlimur í íløgufelagnum Birting.

Á aðalfundinum varð roknskapurin samtyktur, eins og ætlanir og arbeiðsætlan fyri komandi ár vórðu góðkendar.

Eitt sereyðkenni fyri virksemið í farna ári var nógv økti eftirspurningurin eftir ráðgeving, sum vanlig ár liggur um 50 ráðgevingar. Men í 2012 fingu heili 68 verkætlanir ráðgeving frá Íverksetarahúsinum.

Seinni í 2013 fáa fleiri av hesum verkætlanum møguleikan at leggja síni hugskot fram á einum íleggjaradegi, sum Íverksetarahúsið skipar fyri seinni í ár. Málið við degnum er at fáa føroyskan íleggjarakapital og íverksetarahugskot beinleiðis í prát við hvønn annan.

Sum ein lið í brandingini av eini sterkari íverksetaramentan vóru tey afturvendandi tiltøkini Ársins Íverksetaradagur, Ársins Íverkseti, SkúlaFM, EBG, Kvinnur Megna og íverksetaraskeið fyriskipaði.

2012 er eisini minnisvert fyri gull heiðursmerkið, sum næmingafyritøkan í Fiskivinnuskúlanum, Grasstastic, vann í evropeisku íverksetarakappingini European Busines Games í Slovenia.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Óla Kristian sum formanni.