Evropeisk finala í Føroyum

Íverksetarahúsið

j

21/06/2013

903756_591635434201460_1137310459_o

Í fjør fóru næmingarnir í Fiskivinnuskúlanum við fyritøkuni Grastastic allan vegin í Slovakia, og vunnu eitt av teimum fáu gull heiðursmerkjunum, føroyingar yvirhøvur hava vunnið í altjóða høpi!

Á sjálvum amerikanska frælsisdegnum í ár fær enn ein føroysk næmingafyritøka úr Fiskivinnuskúlanum kjansin. Tað eru tær fýra Heiðrún Petersen, Rannvá B. Joensen, Silvia Johansen og Unn M. Bláhamar, sum við North Atlantic Spice Company koma at taka kampin upp við tey bestu úr Slovakia, Tjekkia, Italia, Fraklandi, Onglandi, Skotlandi og Danmark.

Kappingin er samstundis endabresturin á einum ári, har ársins finalistur kvalifiseraði seg í eini kapping millum fleiri bólkar á Tekniska skúla í Klaksvík, Studentaskúlanum í Hoydølum og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Føroyski parturin av kappingini varð avgreiddur á Ársins Íverksetaradegi í fabrikki hjá Østrøm í mars mánaða.

Í ár verður høvuðskappingin hildin í Føroyum.

Umframt eina fleiri daga skrá, har mongu gestirnir úr øllum Evropa koma runt í Føroyum á vitjan hjá Føroya Tele, Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Bakkafrost og Føroya Bjór, verður poolparty í svimjihøllini í Klaksvík, ølsmakking og føroyskt mentannarkvøld í Miðstovuni í Spaniastovu og citytour og finalufyrireiking í Tórshavn.

Men hæddarpunktið verður sjálv finalan tann 4. juli í Norðurlandahúsinum.

Bjørn Kalsø mentamálaráðharri fer at seta almennu finaluna, sum byrjar kl. 10:00. Umframt tað bestu uppgávuna og framførsluna, sum fær 1. virðisløn, fær mest kreativa hugskotið eisini eina virðisløn.

Vinningarnir verða handaðir á galladøgurðanum í Sjónleikarahúsinum sama kvøld.

Finalan í Norðurlandahúsinum er almen, og eru øll hjartaliga vælkomin, so leingi pláss er í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Í ár luttaka føroyskir miðnámskúlanæmingar fyri 14. ferð, og eftir ein gullturk í 13 ár eydnaðist tað at taka fyrsta plássið í fjør, eins og tað gekk í 1997, 1998 og 1999.

Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri altjóða kappingini í ár. Beinta Nolsø frá BankNordik er føroyska umboðið í altjoða dómaranevndini og Rani Nolsøe er føroyska umboðið í altjóða prosjektbólkinum, sum varar av EBG.