Kanjon umvæla ‘Kontórið hjá Kjølbro’

Íverksetarahúsið

j

26/06/2013

1016499_10152033294533378_415997519_n

Hósdagin 20. juni 2013 undirskrivaðu Kjartan Hansen, stjóri hjá Kanjon og Jógvan Skorheim, borgarstjóri arbeiðssáttmála uppá dagføring av tekju á “Kontórinum hjá Kjølbro”, her sum Íverksetarahúsið nú heldur til.

Arbeiðið er liður í samlaðari umvælingarætlan, sum ætlanin er at fremja komandi árini.

Ætlanin er, at dagføra bygningin so við og við bæði innan og uttan, samstundis sum dentur verður lagdur á, at tryggja virðið, sum liggur í hesi søguligu ogn hjá Klaksvíkar Kommunu, soleiðis at allar umvælingar – so vítt gjørligt – verða framdar í tráð við upprunaliga bygningin.

Samlaða íløgan liggur um einar 3,5 mió. krónur, harav parturin, sum nú er undirskrivaður, kostar umleið 1 mió. krónur.

Síðani arbeiðið varð bjóðað út, hava samráðingar verið við Kanjon, og nú sáttmálin er undirskrivaður, kann arbeiðið byrja. Tað eru FuglArk arkitektar, sum hava projekterað, bjóðað út, og koma at hava eftirlit við arbeiðinum.

Spennandi ætlan fyri Íverksetarahúsið:

Talan er um neyðuga umvæling, sum samstundis fer at bøta um umstøðurnar hjá Íverksetarahúsinum, og tí fegnist eg um, at arbeiðið nú kann byrja. Spennandi verður at fylgja við so hvørt sum umvælingin líður fram, og bygningurin kemur væntandi at líkjast upprunaliga bygninginum uppaftur meira, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjórin.