European Business Game 2013 skotið í gongd

Íverksetarahúsið

j

02/07/2013

130630-ebg2013dag1og2-0001

Í vikuskiftinum komu luttakararnir í European Business Games 2013 til Føroyar at dystast í altjóða finaluni. Talan er um 60 útlendingar úr 7 ymiskum londum, umframt føroyska vinnarabólkin North Atlantic Spice Company frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Íverksetarahúsið fyriskipar EBG í Føroyum og hevur sett saman eina áhugaverda og umfatandi skrá, har Føroyar, føroysk mentan og vinnulív verður víst frá síni bestu síðu. Ein opening ceremony varð hildin í Skálanum sunnukvøldið, har londini høvdu framløgur um teirra land og mentan. Mánadagin varð Christianskirkjan víst fram, Alex Sólstein greiddi frá um kirkjuna, altar talvuna og listaverkini hjá Edward Fuglø í kirkjukjallarinum. Miðmáli, grillaður laksur frá Bakkafrost, varð etin á nýggju kaffistovuni Archie’s Studio, áðrenn gestirnir vitjaðu Føroya Bjór har Annika Waag, stjóri, greiddi frá um fyritøkuna og teirra framleiðslu. Seinni um kvøldið var hugnakvøld í Spaniastovu har frásøgur, tónleikur og øl smakking frá Føroya Bjór var á skránni. Í dag er ferðalagið í Vestmanna og vitjar Fiskivinnuskúlan, ið hevur vunnið altjóða EBG finaluna í 1997, 1999 og aftur í 2012. Harumframt verður siglt við Skúadal undir Vestmannabjørgini og Vestmanna kommuna bjóðar ein miðmála. Seinni í kvøld verður pool party fyri næmingunum í Svimjuhøllini í Klaksvík.

Mikumorgunin gongur leiðin til høvðusstaðin at vitja Føroya Tele og seinnapartin vera gongutúrar í miðbýnum, úti á Reyni og Skálatrøð áðrenn leiðin gongur niðan í Handilsskúlan har næmingarnir fara at fyrireika seg til tí stóru finaluna í Norðurlandahúsinum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður setur altjóða finaluna hósmorgunin 4. juli kl. 10 og tiltakið er alment. Seinni um kvøldið verður galla døgurði fyri innbodnum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Luttakararnir fara av aftur landinum fríggjamorgunin 5. juli.