Skotland vann EBG

Íverksetarahúsið

j

06/07/2013

winners-0002

Tað gjørdust skotsku genturnar í Squeasy Peasy, sum við teirra sunnu og fantasifullu endurnýtslu matpakkum til smábørn tóku gullið á ársins finalu í European Business Games.

Finalan varð hildin í Norðurlandahúsinum, og beint eftir, at Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, setti dagin, løgdu ungu finalistarnir til brots.

Frakland var fyrst á pallin, síðani komu Italia, Tjekkia, Ongland, Danmark, Umbria, Skotland, Slovakia og til seinast finalistarnir úr Fiskivinnuskúlanum, North Atlantic Spice Company.

Tá alt var liðugt, kundi Beinta Nosløe frá BankNordik og Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, heiðra skotsku vinnararnar fyri bestu verkætlanina í 2013.

Hóast ein góðan innsats við kryddaríi úr føroysku náttúruni, eydnaðist tað sostatt ikki næmingunum úr Fiskivinnuskúlanum at halda gullið á føroyskum hondum, sum varð vunnið í Slovakia í fjørð.

Heiðurslønina fyri bestu framførsluna vann Ongland fyri teirra undirhaldandi og fantasifullu framførslu.