Sáa gullfræ í fólkaskúlanum

Íverksetarahúsið

j

30/08/2013

seed-enterprise-investment-scheme

Framyvir koma næmingarnir í SkúlaFM at kappast um Gullfræið.

Nýhugsan og innovatión er okkara felags ábyrgd. Jú meiri vit menna á tí økinum í dag, jú sterkari framtíð ganga vit í møti.

Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit alla tíðina viðlíkahalda og menna okkara ungdóms innsats á íverksetaraøkinum.

Síðani 2010 hevur Íverksetarahúsið satsað nógv uppá SkúlaFM, ið er ein íverksetarakapping ið koyrir millum fólkaskúlanæmingar í 9. og 10. flokki.

Eitt tað mest týdningarmesta tilfeingi í tí sambandinum er lærararnir ið eru knýttir at SkúlaFM. Tískil skipaði Íverksetarahúsið hósdagin 29. august fyri undanskeiði fyri lærarunum.

Hetta er fjórðu fer at SkúlaFM fer av bakkastokki, og sum nakað nýtt koma næmingarnir í ár at arbeiða við tí sokallaðu Biz Model Canvas sum fakligum grundarlagi.

Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum kunnaði lærarunum um nýggja arbeiðsháttin og gav teimum íblástur og eitt gott grundarlag at undirvísa næmingunum ið luttaka í kappingini.

Næsta stig í SkúlaFM verða fleiri Innovation Camps og endabrakið í SkúlaFM verður finalan, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 28. februar 2014.

X