Ver nýskapandi og vinn flogferðaseðil

Íverksetarahúsið

j

04/09/2013

vinnarar_startup_vagar

Vinnararnir av Startup Vágar fáa handaðan hvør sín ferðaseðil á rutunetinum hjá Atlantic Airways av Suna Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu og Rósu Samuelsen, borgarstjóra í Vága kommunu.

Íverksetarahúsið fer komandi vikuskifti at seta fokus á nýhugsan og íverksetan saman við góðum suðuroyingum.

Hetta verður á spennandi, kreativa og hugnaliga vikuskiftinum í Skúladeplinum í Suðuroy.

Fríggjakvøldið er møguligt at tekna seg til verkstovur, sum koma at arbeiða við lokalum hugskotum og avbjóðingum, frá byrjan til sølu.

Royn hvussu tað er at arbeiða professionelt við tínum, ella øðrum hugskotum, og royn hvussu tað kennist at flyta tankar og ætlanir beinleiðis móti eini realisering.

Tvær verkstovur verða leygardagin og ein sunnudagin, og endaligu úrslitini verða presenteraði sunnudagin seinnapartin. Vinningurin til vinnandi bólkin er flogferðaseðlar frá Atlantic Airways.

X