Heiðra íverksetan í Spaniastovu

Íverksetarahúsið

j

13/03/2015

Grani

Íverksetaradagurin er dagurin, tá m.a. Granar verða handaðir til tess at heiðra føroyskari íverksetan

Nú kallar Íverksetarahúsið aftur inn til árliga dagin, har vit fara at heiðra føroyska íverksetan

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.

Á skránni vera handan av Granum til Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Íverksetarahúsið heiðraði føroyska íverksetan fyrstu ferð í 2009, og hevur gjørt tað hvørt ár síðan.

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu fara at seta dagin, Árni Olsen fer at greiða frá arbeiðinum handan sukseðina hjá Bakkarfrosti og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, løgtingsmaður og landsstýrismaður, fara at handa Grana virðislønirnar til Ársins Íverkseta og Ársins Innovatión.

Aftur hesuferð verður framtíðartorgið partur av Íverksetaradegnum, har vit fara at hyggja eftir super aktuellum verkætlanum, sum vísa, hvat fremsta røð innan føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á í framtíðini.

Íverksetaradagurin verður í ár hildin í Spaniastovu í Klaksvík. Tiltakið byrjar fríggjadagin 27. mars 2015 klokkan 13 og heldur fram til út á seinrapartin og endar við eini hugnaligari reseptión.

Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Enn er ikki ov seint at koma við uppskotum til tær tríggjar virðislønirnar, Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Tey kunnu sendast til [email protected]. Freistin er 16. mars 2015.

Á Íverksetaradegnum í fjør varð Mikkalina Noðrberg kosin Ársins Ívekseti. Ársins Innovatión gjørdist Dreymagávur hjá SMS, og Ársins Íløga fór til P/f Royndina, sum hevði gjørt íløgu í nýggju fyritøkuna Dropbucket.