Chewly vann EBG í Føroyum

Íverksetarahúsið

j

19/03/2015

Chewly

Í dag varð hevur finala verið í føroyska partinum av European Business Game. Vinnari gjørdist verkætlanin Chewly, sum gongur út upp á at framleiða tyggigummi, sum verður natúrliga niðurbrotið

Fyrrapartin varð finalan hildin í føroyska partinum av European Business Game. Tað fór fram í Tekniska skúla í Klaksvík. Tilsamans níggju bólkar úr føroyskum miðnámsskúlum høvdu framløgu av síni verkætlan og av síni fiktivu fyritøku.

Vinnarin gjørdist verkætlanin Chewly, sum hevur til endamáls at gera tyggigummi, sum er lætt at bróta niður. Tað skal gagna kommunum, sum brúka milliónir av krónum at reinsa tyggigummi burtur á kommunalum økjum. Í bólkinum eru Egi Djurhuus, Erika Svøðstein, Eyðvør Klastein og Bogi av Vollanum.

Vinnarin sleppur við á evropameistaraskapið, sum verður í Kroatia. M.a. fingu vinnararnir 25.000 krónur, sum eru oyramerktar til sjálva ferðina.

Hinir bólkarnir vóru – í somu raðfylgju sum teir løgdu fram – Insight, Tidy Boxes, Aling av hummara, Rheum, Splay, Brestisson Whiskey, Krúnan og Decus.