Føroyskt wasabi á Íverksetaradegnum

Íverksetarahúsið

j

23/03/2015

FaroeWasabi

Ein slóðbrótandi verkætlan um at velta wasabi í Føroyum hevur sæð dagsins ljós. Á Ársins Íverksetaradegi, sum í ár verður í Spaniastovu, verður høvi til at hoyra meiri um hesa verkætlan.


Sum er njóta Føroyingar gott av, at sushi seinastu árini er blivið væl kent og dámt í vesturheiminum, m.a. tí at føroyskur laksur er góður til sushi.
Nú kann tað væl verða, at vit eisini fara at gera okkum galdandi innan wasabi, tí sum kunnugt: uttan wasabi einki Sushi!
Hetta markflytandi hugskot komu tríggir einans 16 ára gamlir skúlanæmingar við, tá teir umboðaðu Nám X í finaluni í ársins SkúlaFM, sum var í februar í ár.
Teir tríggir eru Ólavur Weihe Joensen, Dánjal Hansen og Niklas Túgvustein, og hugskotið hjá teimum at velta wasabi í Føroyum og sjálv verkætlanin, sum lýsti hugskotið, vórðu hildin so mikið góð, at teir vunnu Gullfræið!

Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum
27. mars 2015 verður Ársins Íverksetaradagur, sum er dagurin, tá Íverksetarahúsið heiðrar føroyskari íverksetan. Hesuferð verður hann hildin í Spaniastovu í Klaksvík.
Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, ella hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um nýskapandi verkætlanina, sum vann SkúlaFM 2015 seinasta mánað, umframt hinar verkætlanirnar, sum eisini verða á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi.
Íverksetaradagurin verður, sum frammanundan sagt, í Spaniastovu 27. mars 2015 klokkan 13. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Velta wasabi í Føroyum
Wasabi er ein rót, sum natúrliga veksur framvið ávísum áum í fjøllunum í Japan og har á leið. Tað er ein so sjáldsom planta, at ektað wasabi kostar nógvar pengar. Tað, sum ofta verður selt sum wasabi, er í veruleikanum eftirgjørt wasabi, piparrót við grønum litevni í.
Hugskotið byggir á, at tær umstøðurnar, sum wasabi krevur, passa væl til føroysk viðurskifti. Nógv regn, høg luftvæta, lítið av sól, væl drenað mold, reint umhvørvi, og 7 til 21 hitastig.
Eftirspurningurin er stórur og útboðið lítið. Tað merkir, at pengar eru at forvinna, um tað eydnast at fáa wasabi at vaksa í Føroyum. Tað hevði eisini verið eitt sindur av einari kollvelting í føroyskum landbúnaði, sum higartil hevur verið rættiliga væl grundaður á siðbundna føroyska mentan.