Smartfonin stemplar inn

Íverksetarahúsið

j

23/03/2015

TimeCloudDFO

Ein nýggj føroysk skipan gevur heilt nýggjar møguleikar at halda skil á, hvussu arbeiðstíðin verður brúkt. Við at gagnnýta hátøkni er hon bæði løtt at brúka fyri arbeiðsgevara og tey sum arbeiða. Time Cloud er bara ein av fleiri spennandi verkætlanum, sum meiri verður at hoyra um á Framtíðartorginum á Íverksetaradegnum fríggjadagin komandi

Myndin av einum klassiskum ídnaðarvirki er einføld. Fólk møta upp, stempla inn, arbeiða, stempla út, fara heim. Løn verður síðan goldin við útgangsstøði í, hvussu fólk hava stemplað.

Ímynda tær so eina hátøkniútgávu av teirri gomlu innstemplingini. Hvørt starvsfólk hevur eina smarttelefon. Hon fær púrasta av sær sjálvari samband við ein kassa á arbeiðsplássinum. So er stemplað inn. Tá fólk fara avstað, stemplar eisini út av sær sjálvum.

Time Cloud
Tað er júst tað, sum Oddur Friang Rasmussen arbeiðir við. Time Cloud, sum skipanin eitur, er so fleksibul, at hon hóskar líka væl til eina lítla fyritøku á einum stað við trimum starvsfólkum sum til eina stóra fyritøku við 20 deildum og 1000 starvsfólkum.

Skipanin krevur, at starvsfólkini hava eina smartfon við einari app á, og at kassarnir verða settir upp, har tað er hóskandi. Annars einki, sum vanliga er á einum arbeiðsplássi, har arbeitt verður við teldum og smartfonum.

Sprottið úr Startup-skeiði
Íverksetarahúsið hevur havt eina røð av sonevndum Startup-skeiðum. Í stuttum ganga tey út upp á at arbeiða við hugskotum til íverksetan og menna tey hartil, at tey kunnu setast í verk sum nýtt vinnuligt virksemi.

Eitt slíkt skeið var Startup Keypmannahavn í mai 2014, har lagt varð upp til, at føroysk lesandi kundu skapa sítt egna starv. Vinnandi verkætlanin var Step-in, sum síðan hevur skift navn til Time Cloud.

Nú er komið so langt, at skipanin verður løgd fram fyri almenninginum á Framtíðartorginum, sum verður á Ársins Íverksetaradegi í Spaniastovu í Klaksvík 27. mars 2015 klokkan 13.

X