Hópfíggjarverkætlanin hjá Move komin á mál

Íverksetarahúsið

j

02/12/2020

Enn ein verkætlan fíggjað umvegis Hópfígging.

Tað er felagið Move, við Óðinn Katrinarson Johansen, sum arbeiðir við at gera eina Parkour og rørsluhøll í Vági, har bæði ung og gomul kunnu koma inn at venja og spæla.

Vit ynskja Move hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og framhaldandi góða eydnu við verkætlanini.

Hevur tú eina verkætlan, ið tørvar fígging, so er hópfígging.fo kanska nakað fyri teg.

Les meira her