Vinnuframi og íverksetan

Íverksetarahúsið

j

13/12/2020

Íverksetarahúsið er partur av eini hægri eind, ið nevnist vinnuframskipanin. Vinnuframaskipanin eru teir stovnar, ið landið varðar av, og ið eru við til at skapa vinnurframa. Uttanríkis- og vinnumálaráðið varðar av fylgjandi vinnuframaskipanum: Íverksetarahúsið, Vinnuframagrunnurin, Framtaksgrunnurin, Invest in the Faroes , iNOVA og Menningardepilin.

Eitt av fokusøkjunum hjá umhvørvis- og vinnumálaráðnum er íverksetan. Tí varð serlig konta til íverksetan og nýskapandi átøk sett á stovn á fíggjarlógini 2008. Umframt stuðulsskipanirnar til íverksetararáðgeving, er ætlanin, at játtanin til íverksetan skal brúkast til skeiðs- og verkstovuvirksemi, ráðstevnur og netverkan, sum hava til endamáls at ala fram íverksetarahugburð og nýskapan í Føroyum. Ætlanin er eisini, saman við vinnuni, at gera átøk serliga rættað móti útisetum, sum kunnu hugsast at byrja íverksetaravirksemi í Føroyum. Harafturat er neyðugt at savna hagtøl, ið kunnu nýtast til víðari menning av hesum øki.

Les meira um vinnuframaskipanirnar her