Hugskot, matur og nýhugsan!

Íverksetarahúsið

j

14/03/2013

arsins_iverksetaradagur_skra

Tað er við spenningi, at bíða verður eftir, at løgmaður fer at avdúka, hvør hevur víst mestu nýhugsan og inspiratión, størsta áræði og dirvi, og skapt eitt gott økonomiskt útslit í 2012.

Higartil hava Regin W. Dalsgaard, stovnari og eigari av Globi, Jutta Helgadóttir, stovnari og eigari av Hoyrnini, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av NAVIA, og Ólavur Ellefsen, stovnari og eigari av Simprentis, fingið stóra heiðurin sum Ársins íverkseti.

Fríggjadagin 22. mars verður hesin Oscar fyri íverksetarar so latin enn einaferð. Tað er í sambandi við Íverksetaradagin, sum verður hildin í Østrøm frá kl. 14:00 til 16:30.

Á skránni er eisini Rudolf Joensen, sum fer at ‘fabulera’ yvir, hvar øll hugskotini í 2012 blivu av, og hvat tey hava at gera við Richard Branson, Sex Pistols, Mike Oldfield, jantelógina v.m.

Stefan í Skorini fer at tosa við tveir íverksetarar, sum siga hvør sína søgu frá hugskoti til málsetning, og við Heina Gaard frá Dimmalætting, sum seinastu tíðina hevur skrivað um allar íverksetara ætlanirnar, sum ikki blivu til nakað. Hví tað, verður spurt.

Undir heitinum ‘Frøtt er høvur av fullum maga’ verður tað sjónvarpsverturin í Spísikamarinum, Gutti Winther, sum fer at tosa um stóru potentialini í føroyska matinum.

Í støðginum verður mangt gott og nýhugsandi úr føroyska matarkovanum, og besta bryggið í landinum, at fáa.

Síðani fer Ólavur Ellefsen at tosa um hví tað gongur so trekt við at fáa nýhugsanina á rull í føroyska samfelagnum. At hetta inniber eitt serligt álvarsemi kemst av, at tað júst er innovatiónin, vit skulu liva av í framtíðini.

Sum byrjan til Ólav, fer Rani Nolsøe stutt at lýsa vinnuligu nýhugsanina í føroyska samfelagnum í søguligum samanhangi. Tað hava føroyingar als ikki verið bangnir fyri fyrr.

Eftir tað verða so Ársins íverkseti og vinnarin av European Business Games avdúkaði. Til seinast verður næmingafyritøkan Camping in the Rocks, sum í februar vann SkúlaFM, presenterað.

Øll, við áhuga fyri íverksetan, eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.