Føroyar sum íverksetaraland

Íverksetarahúsið

j

12/03/2013

foroyar_sum_iverksetaraland

Føroya Handilsskúli á Kambsdali skipar mikukvøldið 13. mars klokkan 19.00 fyri almennum evniskvøldi, har innovatión og íverksetan verða viðgjørd.

Evnið, sum verður viðgjørt úr ymiskum sjónarhornum hetta kvøldið, er týdningurin innovatión og íverksetan hevur fyri at okkara samfelag verður ført fyri at standa seg í kappingini í einum globaliseraðum heimi, herundir hvønn leiklut skúlaverkið eigur í at menna innovatións- og íverksetanarførleikarnar hjá okkara børnum og ungu. Hvørjar eru avbjóðingarnar og møguleikarnir í Føroyum? Hvat eiga og kunnu vit gera í skúlaverkinum?

Evnið verður viðgjørt á tann hátt, at fyrst heldur Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframagrunninum og stovnari og stjóri í Globi, fyrilestur um evnið: »Føroyar sum íverksetaraland«.

Aftan á fyrilesturin verður hildið fram við kjaki um evnið: »Hvussu kann skúlaskipanin birta uppundir innovatión og íverksetan?«

Í panelinum verða Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum, Hjalti Dalheim, lærari á handilsskúlanum, Árni Skaale, stjóri og eigari í Looknorth og Elisabeth Eldevig, eigari og nevndarlimur í Framherja.

Høvi verður hjá fundarluttakarunum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Føroya Handilsskúli á Kambsdali hevur í fleiri ár havt lærugreinina »innovatión«. Ein partur av hesi lærugrein er, at næmingarnir stovna fyritøkur, sum luttaka í kappingini Young Enterprise (YE). Tvær av fyritøkunum, sum luttaka í YE kappingini í ár, koma at sýna fram teirra úrslit.