Hvør skal verða Ársins Íverkseti 2013

Íverksetarahúsið

j

06/03/2013

Nú kanst tú tilnevna Ársins Íverkseta. Tað er í samband við Ársins Íverksetaradag at Íverksetarahúsið lýsir eftir uppskotum til Ársins Íverkseta.

Ársins Íverksetaradagur er eitt afturvendandi tiltak sum Íverksetarahúsið skipar fyri, og í ár verður dagurin hildin í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 22. mars.

Øll kunnu tilnevna Ársins Íverkseta, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:

– hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi

– hevur víst góð fíggjarlig úrslit

– hevur givið øðrum íverksetum íblástur

Ársins Íverkseti í fjør gjørdist Ólavur Ellefsen, ið eigur og rekur fyritøkuna Simprentis.

Íverksetarahúsið sær fram til at fáa fleiri tilnevningar við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].

Freistin at tilnevna er til og við mikudagin 13. mars.arsins_iverkseti_2012