Vinnarin av SkúlaFM 2013

Íverksetarahúsið

j

06/03/2013

skulafm13-0030Tað var eitt satt brak í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 2. mars tá ársins SkúlaFM finalan fór av bakkastokki. Í einum fullsettum Norðurlandahúsið, gjørdu eitt sera væl spælandi NámX Band og áskoðararnir sítt til ein sera góðan stemning. Finalistarnir vóru væl fyrireikaðir og til dystin fús og talan var um eina finalu, sum má sigast at vera eitt satt gjøgnumbrot fyri íverksetan í fólkaskúlanum.

Ársins finalu vann Skúlin við Løkin, sum sostatt gjørdist FM-vinnari í íverksetan.

Fimm skúlar og fimm verkætlanir kappaðust um FM-heitið.

Vinnararnir vórðu næmingafyritøkan Camping in the Rocks, frá skúlanum við Løkin sum ætla at gera eitt fyrstafloks kampingøki í einum grótbroti við nógvum aktivitetum og møguleikum.

Næmingarnir høvdu verið í samband við kommunalar myndugleikar um grótbrot og ítøkiligt samstarv til at gjøgnumføra verkætlanina – og ikki bert á pappírinum.

Hóast kappingin er eitt íverksetaraspæl, vístu allir luttakandi bólkarnir eitt sera høgt støði í teirra framførslum og yvirhøvur hugskot á høgum stigi.

Vinnararnir fingu eina peningagávu, gávur frá Føroya Tele og steyp frá BankNordik.

Á øðrum plássi komu næmingarnir úr NámX og á triðja plássi vóru næmingarnir úr Vestmanna skúla.

Í dómsnevndini sótu Beinta B. Nolsøe frá BankNordik, Jónhild Rasmussen frá Føroya Tele og Óla Kristian á Torkilsheyggi fyri Íverkssetarahúsið.

Hjartaliga tillukku Eliesar, Áshild, Pætur og Skúlin við Løkin.

X