Jórun L. Mørkøre fekk Megnarprísin 2013

Íverksetarahúsið

j

15/02/2013

jorun_0

Í dag bleiv íverksetin Jórun L. Mørkøre heiðrað við Megnarprísinum, ið verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Tað var í samband við íverksetaratiltakið ‘Kvinnur megna’, ið Íverksetarhúsið og Kvinna stóðu fyri, at Jórun L. Mørkøre, ið er stjóri í bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, bleiv heiðrað. Jórun fegnaðist yvir hendan heiður og takkaði millum annað beiggja sínum og hennara starvsfólkum fyri dyggan stuðul.

Tiltakið var sera væleydnað og Parnassið á Hotel Hafnia var fullsett. Fleiri áhugaverdir og kveikjandi fyrilestrar vóru á skránni, og eisini sang Kristina Bærendsen nøkur løg. Hæddarpunktið var tó, tá Megnarprísurin skuldi handast, og tað var Siri Sørensen, blaðstjóri í Kvinnu, ið handaði prísin:

“Vinnumálaráðið heitti á Íverksetarahúsið at gera eitt átak, ið vildi vera við til at stuðla um íverksetarhugin hjá kvinnum í Føroyum. Tískil fóru Kvinna og Íverksetarhúsið í felag í gongd við at seta hetta tiltakið í verk, har vit vildu heiðra ein kvinnuligan íverkseta, ið hevði víst serligt árræði.
Vit góvu fólki møguleika fyri at koma við teirra uppskotum til ein møguligan móttakara av Megnarprísinum. Dentur var lagdur á, at kvinnan :

  • hevur víst góð úrslit
  • hevur víst nýhugsan
  • hevur givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur
  • hevur víst árræði og dirvi

Nevndin valdi síðan ímillum tey innsendu uppskotini og kom til eina avgerð.
Viðkomandi fær, út yvir heiðurin, eitt árshald av Kvinnu og eina heiðursløn sum Mikkelina glas hevur gjørt. Heiðurslønin avmyndar eina lítla kvinnu á einum stórum varða fyri at ímynda tað stóra arbeiðið, ið liggur aftanfyri hjá einum íverkseta. Varðin er ikki symetriskur, sum vit kenna teir, og har eru lagdir smáir steinar inn ímillum fyri at skapa javnvág, so varðin ikki skramblar saman. Hetta ímyndar tí kronglutu leiðina ein íverkseti hevur í sínum verki, har ongin hevur verið og slóa vegin fyri ein. Varðin er eisini ein vegvísari, á sama hátt sum viðkomandi er ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetar.
Megnarkvinnan hevur megnað at voksið støtt um sítt virksemi. Hon hevur megnað at skapt fleiri nýggj arbeiðspláss og hevur hildið áframm, hóast tað mangan hevur verið trupult. Hon hevur torað at tikið á seg ein stóran fíggjarligan vága og hevur allatíðina ment seg. Harumframt er hon ein spennandi og aktivur persónur, ið eisini hevur yvirskot at røkta seg sjálva og hevur tikið frítíðarítrívið til næsta stig.

Nevndin hevur einmælt samtykt at Megnarprísurin 2013 skal fara til Jórun L. Mørkøre.”