Kvinnur megna!

Íverksetarahúsið

j

12/02/2013

woman next to exposed light

Kom við á spennandi ráðstevnu sum Kvinna og Íverksetarahúsið skipa fyri. M.a. fer Marentza Poulsen íverkseti í Reykjavík at fortelja sína íverksetarasøgu. Marentza, sum er systir Elis Poulsen, eigur og rekur eina sera vælumtókta café, harumframt fæst hon við mangt og hvat innan matstovu virksemi í Reykjavík og er eitt kent navn í Íslandi.

Hoyr eisini Beintu B. Nolsøe vinnukundaráðgeva hjá BankNordik greiða frá hvat skal til tá ið ein tekur avgerð um at verða íverkseti og Siri Sørensen blaðstjóra á Kvinnu um hvussu tú kanst gerast meiri sjónlig.

Harumframt fara vit at heiðra eina megnar íverksetarakvinnu við einum serligum prísi.

Eisini verður tónleikur við eini ungari kvinnu at hoyra, sum tordi at taka stigið, og nú er eitt kent andlit sum solosangarinna.

Tiltakið verður á Parnassinum á Hotel Hafnia fríggjadagin 15 feb. kl 13:00 – 15:30, og er ókeypis.

Skrá:

Vælkomin
Kitty May Ellefsen

Setan
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur Tórshavnar Kommuna

Marentza Poulsen
‘At tora’

Gunvør Balle
‘Mítt lív sum íverkseti’

Steðgur

Kristina Bærendsen
Tónleik

Amy Hansen
‘Fyri at liva eitt skapandi lív, mást tú sleppa óttanum fyri at
miseydnast’

Siri Sørensen blaðstjóri á Kvinnu
‘Ver sjónlig’

Beinta B. Nolsøe, Vinnudeildsráðgevi frá BankNordik
‘Frá hugskoti til veruleika’

Handan av Megnarprísinum: Siri Sørensen blaðstjóri á Kvinnu handar

Kitty May Ellefsen takkar fyri