Hvør hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2020

Íverksetarahúsið

j

29/09/2020

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2020?  

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2020.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er longd til og við sunnudagin 4. oktober 2020.

Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður latin á Ársins íverksetaradegi 15.oktober, sum í ár vegna covid 19 verður stroymdur.

Meira kunning kemur seinni.