Longd freist at koma við tilnevningum til Ársins íverkseta 2020

Íverksetarahúsið

j

23/09/2020

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2020?  

Øll er vælkomin til at koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er longd til og við sunnudagin 4. oktober 2020.

Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður vanliga latin á Ársins íverksetaradegi, men vegna covid-19 er endalig støða ikki tikin til, nær dagurin verður hildin.

Lýst verður seinni nær dagurin verður hildin.

X