Nú kanst tú tilnevna Ársins Íverkseta, og vera við at avgera hvør skal fáa henda heiður. Tað er í samband við Ársins Íverksetaradag at Íverksetarahúsið lýsir eftir uppskotum til Ársins Íverkseta.
Ársins Íverksetaradagur er eitt afturvendandi tiltak sum Íverksetarahúsið skipar fyri, og í ár verður dagurin hildin í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 28. mars.
Øll kunnu tilnevna Ársins Íverkseta, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:
– hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi
– hevur víst góð fíggjarlig úrslit
– hevur givið øðrum íverksetum íblástur
Higartil hava Regin W. Dalsgaard, stovnari av Globi, Jutta Helgadóttir, stovnari og eigari av Hoyrnini, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av NAVIA, Ólavur Ellefsen, stovnari av Simprentis og Hans Jákup Johannesen, stovnari og eigari av Faroe Offshore Service, fingið stóra heiðurin sum Ársins Íverkseti.
Íverksetarahúsið sær fram til at fáa fleiri tilnevningar. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á is@iverksetan.fo.
Freistin at tilnevna er til og við mikudagin 19. mars.
Melda til okkara tíðindabræv
Kom á okkara tíðindabrævslista. Tú fart altíð tey nýggjastu tíðindi beint í boðklivan
